- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vikuskiftið 14 aug 2026
14-08-2026
Sending um vikuskiftið
Vit høvdu vitjan av Hans Peturi og Bastian í Brekkunum, har teir m.a. greiddu frá um konsertum í kvøld í Reinsaríinum við tónleiki eftir Mezzoforte. Vit ringdu til Terja Vestergaard í sambandi við, at Simme Musikkhús eftir ætlan letur aftur, um ikki nýggjur eigari verður funnin. Vit ringdu til Ann Mari av Skarði um Ovastevnu. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sonja Johannesen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Leivur Thomsen gjørdi sendingina. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.