- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Ja ella nei til ES, tað er evnið á Breddanum í dag, tí 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi, har fólkið skal gera av um Ísland skal taka samráðingar við ES uppaftur, um ES-limaskap.<br/>
Íslendingar eru ikki samdir og summar av grundgevingunum fyri og í móti líkjast teimum føroysku.<br/>
Hvat er tað sum hendir í Íslandi í løtuni, hvørjar eru grundgevingarnar fyri og ímóti íslendskum limaskapi í ES og hví er hetta viðkomandi fyri okkum í Føroyum? <br/>
Luttakkarar: Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi, Daði Már Kristoffersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur<br/>
Vertur: Hansa Hansen

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.