Ung lesa

Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
18-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Hvussu er tað at vera ungur og stríðast kropsliga ella sálarliga? Í hesum partinum tosa vit um tvær ungdómsskaldsøgur, sum snúgva seg um júst hetta. Skaldsøgan Skamtalop eftir Lise Villadsen snýr seg um eina gentu, ið hevur eina systur, sum hevur angist. Í skaldsøguni Lortaposi eftir Xenu Knox hoyra vit um eina gentu, sum hevur tarmsjúku og fær stomi-posa. Vit tosa um, hvussu hesar bøkurnar lýsa sálarligar og kropsligar avbjóðingar.
Marna Jacobsen týddi Skamtalop, og Tóri Rasmussen týddi Lortaposa.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bøkurnar út.
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarpsrøð í átta pørtum
18-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
11-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
04-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
14-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026