Ung lesa

Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
25-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum

Systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen práta við Silju Aldudóttur, ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags, um ungdómsbøkur.
Í hesum partinum tosa vit um bókina Eg, Coriander, sum er ein av yndisbókunum hjá Jónu og Oliviu. Enski høvundurin Sally Gardner hevur skrivað bókina. Søgan snýr seg um gentuna Coriander, sum veksur upp í London í 1600-talinum. Vit tosa um, hvussu søguligar hendingar verða flættaðar inn í søguna, og ævintýrkenda heimin, sum Coriander verður drigin inní. Vit tosa eisini um, hvat ger júst hesa bókina til eina yndisbók.
Bergur Rasmussen týddi til føroyskt.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Vertur: Silja Aldudóttir
Í panelinum: Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen

Ung lesa

Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.

Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar.

Poddvarpsrøð í átta pørtum
25-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
18-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
11-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
04-08-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
21-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
14-07-2026
Poddvarpsrøð í átta pørtum
07-07-2026
Poddvarprøð í átta pørtum
30-06-2026