Sangir úr mínum lívi

Sangir úr mínum lívi: Jákup Marnar Anthoniussen
28-08-2026
Hóast Jákup Marnar serliga er kendur fyri at syngja vakrar, stillar sangir, so dámar honum best at lurta eftir hørðum tónleiki. Tað hoyrist aftur í sendingini

Flestu føroyingar kenna hann úr sangum sum Í skúri, Tú brennur so í mær, Til allar vinir og Brimbardu klettar.

Tað er lítið at ivast í, at fleiri, ið skipa fyri konsertum, kundu hugsað sær at fingið Jákup Marnar á pallin.

- Viðhvørt letur í telefonini, viðgongur hann. - Men svarið er tað sama hvørjaferð.

Spurdur um hann ikki kann lokkast, sigur kenda røddin, at man skal ongantíð siga ongantíð, men sum støðan er í løtuni, er svarið nei.

Hetta merkir kortini ikki, at Jákup Marnar er liðugur við tónleikin.

Í summar læt Blátt frá sær nýggja sangin, Hesin býur, og helst kemur annað tilfar seinni.

Í hesi sending hoyra vit sangir, ið Jákup Marnari dámar serliga væl.

Á skránni eru eitt nú Beatles, Uriah Heep, Yes, Rainbow og E.L.O.

Sangir úr mínum lívi

Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.

Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.  

Hóast Jákup Marnar serliga er kendur fyri at syngja vakrar, stillar sangir, so dámar honum best at lurta eftir hørðum tónleiki. Tað hoyrist aftur í sendingini
28-08-2026
Sum sangari og undirhaldari hevur Niclas Heri Jákupsson roynt eitt sindur av hvørjum. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
20-08-2026
Hann hevur sett dám á føroyskan tónleik í útvið 50 ár, men hvør tónleikur hevur skapt Terja?
14-08-2026
Mín størsta tónleikauppliving er Faroe 5 konsertin á lestrargonguni í Keypmannahavn í fjør, sigur Asta Højgaard, sum hósdagin klokkan 17:05 velur sangir úr sínum lívi
06-08-2026
Í hesi sending velur Lyon sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
30-07-2026
Í 2001 sang Ester Kristiansen skjaldrið Tirpu Tirpu Teiga í sjónvarpssendingini Likkulikkuleia og í 2014 lat hon fyrsta egna sangin úr hondum
16-07-2026
Í hesi sending velur Jan Rúni sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
09-07-2026
Laila av Reyni elskar at syngja, og hósdagin klokkan 17:05 velur hon sangir úr sínum lívi
02-07-2026
Í hesi sending velur Steintór sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
01-09-2025
Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge velur sangir úr sínum lívi
21-08-2025
Og skuldi Hallur Joensen sleppa til Suðuroyar at spæla so ungur, skuldi 15 ára gamla stórisysturin við. Og hósdagin kl. 17:05 velur hann sangir úr sínum lívi
14-08-2025
Í hesi sending velur Jasmin Mote sangir úr sínum lívi. Sangirnir, ið verða spældir, eru:
07-08-2025