Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Tóra Trónd
04-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik

Hóast Tóra Trond einas er 20 ár, hevur hon longu roynt mangt og hvat í tónleikinum. Eitt nú sungið við big bandi og kóri, og so hevur hon eisini skrivað ein sangleik.

- Eg hevði ikki nógvar royndir tá, men tilgongdin var lærurík, ásannar Tóra.

Hon er uppvaksin í Keypmannahavn, men gongur nú á musikkskúlamiðnámi í Føroyum og lesur tónasmíð.

Henni dámar so mikið væl, at hon og aðrir næmingar eisini eru nógv saman aftaná skúlatíð og arbeiða við tónleiki.

Pápi hennara er Tróndur Bogason. Tað hevur havt við sær, at tónleikurin altíð hevur fylt nógv við hús.

Tóra Trónd fór tíðliga undir at spæla klaver, og hugrin at skapa sítt egna kom skjótt.

Í Studio 5 spælir hon tríggjar sangir.

Tann fyrsti er Batmobil. Hann var gjørdur ein dagin, hon sat við klaverið og ikki heilt fann inn til tað, hon leitaði eftir, og óvissan kom sníkjandi.

Tá fór hon at hugsa um gentuna, hon vildi ynskt hon var. Tann sjálvsikkra og djarva, sum torir alt og ikki leggur í, hvat onnur halda um hana.

Annar sangurin er ein frumframførsla. Eitt blátt og melankolskt lag um ein persón, ið hevur havt stóran týdning í tilveruni.

Tann seinasti er ein vakur sangur, ið Tóra Trónd skrivaði um lítlabeiggja sín, ið hon fekk, tá hon var 17 ára gomul.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
04-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
29-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
22-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónelik
15-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
08-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
24-04-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
17-04-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í Studio 5 og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik.
10-04-2026
Í næstum kemur sjeynda studioútgávan hjá Guðrið Hansdóttir á marknaðin. Sýrublað er heitið, og hon er nakað heilt annað enn seinasta útgávan Gult myrkur frá 2022.
27-03-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónelik
20-03-2026
Skaldsøgan hjá Victor Hugo frá 1831 hevur hugtikið nógvar leikstjórar og sjónleikarar og er mangan spæld á palli og filmi
13-03-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
06-03-2026