Nert ikki við

Vit nerta við oyggjaørvit
04-09-2026
Kann slatur oyðileggja lív? Hvussu kann slatur ávirka okkara fatan av okkum sjálvi og øðrum? Nær vilja vit bara sleppa burtur úr Føroyum? Í dag nerta vit við oyggjaørvit

Vit tosa við Juliu Klein Rasmussen, yngri kvinnu, og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, eldri mann, um teirra søgur.

Síðani tosa vit við okkara egnu Svannu Jákupsdóttir, sálarfrøðing, um hvat oyggjaørvit er, og nær slatur gerst lívshóttandi.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og Svanna Jákupsdóttir.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið. 

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Svanna Jákupsdóttir.

Kann slatur oyðileggja lív? Hvussu kann slatur ávirka okkara fatan av okkum sjálvi og øðrum? Nær vilja vit bara sleppa burtur úr Føroyum? Í dag nerta vit við oyggjaørvit
04-09-2026
Hvønn leiklut spælir sálarheilsa, tá vit tosa um virkna deyðshjálp? Hvussu hevði evnið broytt okkara hugburð um deyðan? Í dag nerta vit við virkna deyðshjálp
04-09-2026
Hvussu ávirka likamligar sjúkur sálarheilsuna? Uppliva fólk, ið stríðast við tarmsjúku, sosiala skomm? Hvat er serligt við tarmsjúku í Føroyum? Í dag nerta vit við tarmsjúku
19-08-2026
Í einum vælferðarsamfelagi við denti lagt á ymiskleikan, leikar rasisma so veruliga enn í? Í dag nerta vit við rasismu í Føroyum
12-08-2026
Hvat ávirkar kropsfatanina hjá ungum í dag? Nær skulu vit heiðra okkara kroppar, og nær skulu vit siga frá? Í dag nerta vit við kropsfatan beinleiðis á Summarfestivalinum 2026
08-08-2026
Hví verða ung kristin í Føroyum gift og fáa børn í serliga ungum aldri? Avgerð kristindómur hvørji vinfólk vit velja? Í dag nerta vit við at vera ungur kristin og sálarheilsu
04-08-2026
Hvussu er, at vera tvørkyndur í Føroyum? Hvussu ávirka hugsanirnar hjá øðrum sálarheilsuna hjá teimum? Í dag nerta við við at vera tvørkyndur beinleiðis á Pride 2026
27-07-2026
“Eg var noydd, at sita á mínum egnu hondum, tí eg ræddist, at gera meg inn á barnið hjá mær.” Í dag nerta vit við pedofili-OCD
22-07-2026
Er trýst at liva upp til ávísar væntanir um sex í dag? Skapar porno eina avskeplaða mynd av, hvat sex er? Í dag nerta vit við samtykki og fyribyrging beinleiðis á G! 2026
18-07-2026
"Tað var akkurát sum, at kjarnan bara fór. Allur heimurin broyttist bara. Lívið skuldi halda fram uttan hana." Í dag nerta vit við at missa foreldur
05-07-2026
Hvussu er, at koma til Føroya sum tilflytari? Eru vit so umfevnandi, sum vit halda? Nær er man føroyingur, og nær er man fremmandafólk? Í dag nerta vit við integratión
17-06-2026
Ert tú ein verri mamma enn pápi, um tú ert alkoholikari? Fylgir størri skomm við, tá vit tosa um kvinnur, ið misnýta enn menn? Í dag nerta vit við rúsnýtsluórógv hjá kvinnum
10-06-2026