Vikuskiftið

Vikuskiftið 4 sept 2026
04-09-2026
Sending um vikuskiftið

Jóhannudagar eru í Vági um vikuskiftið. Vit ringdu í hesum sambandi til Sigrið Kjærbæk, forkvinnu í Vágs róðrarfelagi. Jóhanna TG326 (felagið aftanfyri eina slupp), Vágs kommuna og Vágs kappróðrarfelag skipa fyri Jóhannudøgum í Vági um vikuskiftið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sonja Johannesen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Uni Àrting og Jens Albert vóru á gátt í sambandi við EM í dart. Vit ringdu til Vestmannar, har Pauli Magnussen greiddi frá um Vestmannadagar. Altjóða sexheilsudagur - World Sexual Health Day - er, og í tí sambandi var Barbara frá Freya Leikur á gátt at greiða frá um seksuella heilsu og sexleikur. Gissur Patursson ger sendingar í KVF. Tann fyrsta fer í luftina mikudagin. Hann var beinleiðis gestur í vikuskiftissendingini. Sendingarnar innihalda upptøkur, hann sjálvur hevur gjørt av føroyskum tónleikabólkum í 70'unum. Sendingina gjørdu Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending um vikuskiftið
04-09-2026
Sending um vikuskiftið
28-08-2026
Sending um vikuskiftið
21-08-2026
Sending um vikuskiftið
14-08-2026
Sending um vikuskiftið
07-08-2026
Sending um vikuskiftið
31-07-2026
Sending um vikuskiftið
24-07-2026
Sending um vikuskiftið
17-07-2026
Sending um vikuskiftið
10-07-2026
Sending um vikuskiftið
03-07-2026
Sending um vikuskiftið
19-06-2026
Sending um vikuskiftið
12-06-2026