- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Bókin kom út á føroyskum í 2026. Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir týddu, og Sprotin gav út.
Spurningurin er, um talan er um skaldsøgu, ella um talan er um persónligar endurminningar. Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina endurminnandi skaldsøgu.
Einar Már minnist aftur á tíðina, tá hann droymdi um at gerast skald. Hann var í bestu ungdómsárum í sjeytiárunum, og í 1979 flutti hann til Keypmannahavnar.
Meðan hann er í Keypmannahavn, hittir hann F. P. Jac og Michael Strunge. Tann fyrri segði, at hann skuldi drekka seg í hel, áðrenn hann gjørdist 30. Tann seinni gjørdi sjálvmorð sum 27 ára gamal.
Fremsta málið hjá Einari Már, sum kallar seg Harald í søguni, er at skriva. Hann er knýttur at universitetinum, har hann gongur til fyrilestrar, men hann letur onki inn.
Tó fær hann trý yrkingasøvn útgivin, og aftrat F. P. Jac og Michael Strunge hittir hann eina ørgrynni av norðurlendskum listafólkum og skøldum í danska høvuðsstaðnum.
Hann greiðir eisini fra síni tíð í Føroyum í 1977, tá hann búði á vallaraheiminum hjá John Sivertsen í Havn og arbeiddi í fiski í Klaksvík.
"Hetta er ikki bara ein søga um íslendska sambandið við Keypmannhavn í 80?unum, men eisini ein bók um tað at minnast" siga Sámal Soll og Sanna Klein.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
