- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit fingu vitjan av Urd Johannesen, samskipara í Runavíkar kommunu, sum greiddi frá um søgugongu í Oyndarfirði. Hansina Iversen fylti 60 ár herfyri. Í tí sambandi hevur hon framsýning í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, sum hon nevnir "Sexaginta". Tað er latín og merkir 60. Leygarkvøldið verður stórfingin konsert við Tjarnir. Vit høvdu vitjan av danska bólkinum Queen Machine. Teir spæla tónleik eftir bólkin Queen. Queen Machine eru: Bjarke Baisner Laursen, Peter Møller Jeppesen. Paolo Romano Torquanti, Henrik Østergaard og Jens Lunde. Føroysku Moirae fara at hita upp. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Siri greiddi frá um tiltøk í Tórshavnar kommunu. Slaktið verður í Havn leygardagin. Í tí sambandi komu Guttormur á Skála, Gunvør Hofgaard og Tummas Pauli av Reyni á gátt. Mentanardagar verða í Sunda kommunu um vikuskiftið. Vit ringdu í tí sambandi til Eyðstein Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu. Komandi leygarkvøld verður tiltakið Nashville Nights. Í tí sambandi ringdu vit til Kristel Lisberg, fyriskipara. Kristel fer sjálv at luttaka sum sangari og sangskrivari saman við sangskrivarum úr Nashville í USA. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu sendingina til rættis.

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.