- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí tú ert kvinna

Tað er sera trupult at fáa staðfest sjúkuna endometriosu, tí hon er so trupul at síggja í einari skanning. Hon kann fjala seg so væl, at hon ikki sæst fyrr enn við einari kikaraskanning ella undir skurðviðgerð.
Tá kvinnur hava verið til kanningar, er svarið tí ofta, at tær sannlíkt hava endometriosu, og hetta svarið er ikki nóg gott, heldur Sólfríð Maria í Rók, sum gekk við nógvari pínu í til hon miðskeiðis í 20'unum fekk at vita, at tað var endometriosu, hon hevði.
Ann Chanett Danielsen gekk í áravís og helt seg vera grenjuta og erkvisna, tí hon hevði so nógva menstruatiónspínu, meðan aðrar, sum søgdu seg vita, hvussu hon hevði tað, kundu gera hvat sum helst hesa einu vikuna um mánaðan.
Hoyr eina longri samrøðu við tær báðar her

Tí tú ert kvinna
Vit varpa ljós á kvinnuheilsu, kvinnusjúkur og gransking í viðurskiftum, sum hava við kvinnur at gera.
Elin Michelsen leggur til rættis.

