- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Í mars 2026 ummæltu Hans Jacob Kollslíð og Eilen Anthoniussen savnið "Sláttrir" hjá Tóroddi Poulsen.
Tey eru nú komin aftur í útvarpsstovuna at ummæla "Enn er náðin náðileys" eftir saman høvund.
Tóroddur leitar aftur til barndómin og røturnar í nýggja savninum, og myrkur og tøgn fylla nógv, sigur Eilen Anthoniussen.
Hans Jacob Kollslíð heldur, at Tóroddur minnir um surrealistarnar, tí hann kortsluttar ofta fornuftina. Hann strembar ikki eftir at vera logiskur.
Í savninum eru fleiri yrkingar um átrúnað, og sum lesarar skilja vit, at Tóroddur heldur lítið um, hvussu børn verða indoktrinerað átrúnaðarliga.
"Jú oftari eg lesi yrkingarnar, jú størri dýpd fáa tær," sigur Eilen Anthoniussen
"Eg hoyri væl lisin fólk siga, at tey skilja ikki Tórodd, men eg haldi, at hann er rættiliga spennandi," sigur Hans Jacob Kollslíð.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
