- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Hoydølum, har Tjóðpallur Føroya er í holt við at seta upp leikin Tríggjar systrar eftir Anton Tjekov. Vit fingu orðið á Mikkjal Helmsdal, Súsonnu Tórgarð og Bjørn Mohr. Vit hittu Vinjar Egilsnes Petersen í sambandi við, at hann skal spæla konsert við egnum bólki í Listastovuni í Miðvági. Vit hittu Gissur Patursson, sum skal diska í Havnar Klubba. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sólja av Skarði greiddi frá um tiltøk í Tórshavnar kommunu um vikuskiftið. Vit ringdu til Elin Josefinu Smith Wolfsen í sambandi við, at hon skal hava listaframsýning í Gallarí Havnará um vikuskiftið. Vit fingu vitjan av Teiti Gestsson í sambandi við nýggja Padel-miðstøð. Vit ringdu til Petur Petersen um dansityiltak í Dansifrøi. Danny Baldursson frá DAnny and the Veetos var á gátt í sambandi við, at hann gevur út nýtt lag. JensJákup Hansen var á gátt í sambandi við stuðulstiltak fyri Alzheimerfelagi. Johan Hentze og Morten Huust Petersen frá fótbóltsfjepparafelagnum vóru gestir í sendingini. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen gjørdu sendingina. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.