- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipsboð

Tað var stýrimaðurin, Jan Eidesgaard, sum var talsmaður umborð á frystilínuskipinum Kambi, meðan skiparin, Gunnar Højgaard, var talsmaður umborð á nýggja farmaskipinum Hav Leiti. Harumframt vóru fleiri aðrir av manningini eisini staddir á brúnni.
Og bæði liðini stóðu seg sera í væl einari javnari og sera spennandi kapping.
Harumframt gjørdu vit eisini eina samrøðu við Andras Sigmarsson Jacobsen, ið er leiðari á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað er eisini Andras, sum hevur gjørt allar matspurningarnar í galluni.
Skip eru vælkomin at tekna seg til kappingina á skipsboð@kvf.fo

Skipsboð
Skipsboð er ein spurnarkapping millum skip innan alskyns vinnur, ið verður send mikumorgnar klokkan 10. Og so at siga allir spurningarnir snúgva seg so ella so um skip og sjógv og tað, ið har til hoyrir.
Skip kunnu tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsbod@kvf.fo
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.