- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein

LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
25-09-2026
"öð [øh]" eitur debutplátan og nýggja tónleikaverkætlanin hjá gávaða Benjamin Djurhuus, ið er gestur í sendingini.
Benjamin Djurhuus er gestur í sendingini í sambandi við, at hann í summar útgav sína debutplátu "öð [øh]" við ljóðføristónleiki.

Leitisstein
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.
"öð [øh]" eitur debutplátan og nýggja tónleikaverkætlanin hjá gávaða Benjamin Djurhuus, ið er gestur í sendingini.
25-09-2026
Regin Guttesen, ið hevur skrivað hitt sum "Summar við tær" og "Ein glotti fyri framman", er gestur í sendingini
18-09-2026
"Bønir" eitur nýggja fløgan hjá Silvurdrongi, har hann veruliga tekur orðafellið "talan er silvur" til sín og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag
11-09-2026
Føroyska stjørnuskotið í Danmark, Fríða Saiya, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri gav sína fyrstu EP út, "['fryi:ja 'sai:ja]
04-09-2026
"Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá alternativa føroyska countrybólkinum Kóboykex, ið er mannaður við Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen.
05-06-2026
Høgni Lisberg er aftur í ár gestur í sambandi við, at G! skráin er evnið í sendingini. Jón Tyril er eisini á gátt, og prátað verður somuleiðis við Sakaris um Oliver Tree
29-05-2026
"The More You Know" eitur fyrsta heildarútgávan hjá Marionnu Winter, sum er gestur í sendingini
22-05-2026
Frumhoyr EPina "The end or beginning of us" hjá Beini, tá Beinir er gestur hjá LEITISSTEIN. EPin er spikahamrandi feit, og tað er sendingin eisini. Lurtið
15-05-2026
Tað er Húsabrekku blues á skránni í sendingini, tá vitjað verður inni hjá Sámali Ravnsfjall í Húsagarði í Miðvági
08-05-2026
Limir í bólkinum Afenginn eru gestir í sendingini í sambandi við útgávuna av plátuni Movements I, sum er tann fyrsta í einum tríverki
02-05-2026
Úlvarnir innan úr Eysturoynni ýla aftur, tí nítiára rokkbólkurin Wolfgang er uppafturstaðin og hevur givið sína sjálvnevndu debutplátu út. Limirnir eru gestir í sendingini
24-04-2026
"Beautiful Obscenery" eitur debutplátan hjá Gretu Svabo Bech, sum er gestur í sendingini, har prátað verður um plátuna, hvørs heiti Greta hevur tytt til "Svakurleiki"
17-04-2026











