Vikuskiftið

Vikuskiftið 25 sept 2026
25-09-2026
Sending um komandi vikuskiftið

Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Símun Fríði Gulborg Nielsen greiddi frá um tiltøk í Tórshavnar kommunu um vikuskiftið. Símun er júst komin í starv, og hetta er fyrstu ferð, hann er við í vikuskiftissendingini. 2. okt. verður forkunnug konsert í Løkshøll. Tað er ein dreingjabólkur (boyband) úr Filippinunum, sum eitur South Border. Tað er ein filipinsk/føroysk fyritøka, sum eitur Pinoy/Faroes, ið skipar fyri. Manilyn Juul og Salve vóru gestir í sendingini. 2. okt. verður somuleiðis tiltakið Pan Arctic Vision í Norðurlandahúsinum. Tað er ein tónleikakapping, sum er eitt slag av alternativum melodigrandprix fyri útjaðaran í arktisku økjunum. Ein av fyriskiparunum, Amund Sjølle Sveen, var á gátt. Rani Nolsøe var í sendingini og prátaði um eitt nýtt politiskt lag hjá sær, nú 80 ár eru liðin síðani fólkaatkvøðuna um loysing í 1946. Vit ringdu til Visit North, har Anni Midjord greiddi frá um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Poul andrias Ziska var á gátt og greiddi frá um eitt forvitnisligt kulinriskt tiltak hjá Paz. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending um komandi vikuskiftið
25-09-2026
Sending, ið snýr seg um hetta vikuskiftið. Og annað.
18-09-2026
Sending, ið snýr seg um vikuskiftið
11-09-2026
Sending um vikuskiftið
04-09-2026
Sending um vikuskiftið
28-08-2026
Sending um vikuskiftið
21-08-2026
Sending um vikuskiftið
14-08-2026
Sending um vikuskiftið
07-08-2026
Sending um vikuskiftið
31-07-2026
Sending um vikuskiftið
24-07-2026
Sending um vikuskiftið
17-07-2026
Sending um vikuskiftið
10-07-2026