- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktober 1943 umringaði Gestapo kirkjuna og fann jødarnar og fór avstað við teimum.
Jógvan Julius Joensen var millum tey fáu lokalu sum upplivdu hesa hending og hon fylti nógv hjá honum. Hann var annars við í mótstøðurørsluni og, eins og nógv onnur í Gilleleje, hjálpti jødunum at sleppa við bátum yvir til Svøríkis
Í sendingini verður vitjað á kirkjuloftinum í Gilleleje, og Ole Buchardt Olesen, sóknarprestur, greiðir frá hendingini og samanhanginum hví tað endaði við at millum 60 og 80 jødar krógvaðu seg á kirkjuloftinum. Og Páll Joensen, bróðursonur Jógvan Julius, greiðir frá pápabeiggjanum.
Jógvan Julius giftist í 1938 við Adu Andersen úr Gilleleje og tey fingu fimm børn. Hann var avskorin frá Føroyum alt kríggið. Sigur at hann royndi fleiri ferðir at skriva bræv heim til foreldrini í Fuglafirði, men hoyrdi einki aftur. Sjálvur smuglaði hann nøkur brøv við fólki til Svøríkis, sum var uttanveltað.
Annars høvdu Føroyar alt lívið ógviliga nógv at siga fyri Jógvan Julius og hann vitjaði ofta aftur í Føroyum - seinastu ferð tá hann var 90 ára gamal.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











