Tignarmerkið: Fólksins heiður

30.09.2026 - 07:00
Innlendis
Tignarmerkið: Fólksins heiður
Hvussu fert tú í holt við uppgávuna, tá tú skalt finna uppá eitt heiðursmerki til føroyingar, sum skal vara? Svarið er: tú gert tær ómak

Tað var ein avbjóðing av teimum heilt serligu sum Sólja í Ólavstovu og Dan Knudsen millum onnur fingu í 2023 frá táverandi landstýri.

Tey skuldu koma við einum tilmæli um ein føroyskan heiður, sum skuldi kunna vera borin saman við til dømis danska riddarakrossinum og íslendska falkinum, men samstundis skuldi hann vera øðrvísi.

- Hesin heiður skuldi vera fólksligur, og ikki ein sum stjórnin letur teimum, ið hava røkt eitt ávíst embæti til dømis, sigur Sólja, sum var forkvinna í nevndini.

Vitjað var í londunum kring okkum um teirra heiðursskipanir, eins og drúgt samskifti var við málráðið um hvussu heiðurin skuldi eita, tí tað var umráðandi, at hann ikki kundi koma í bland við aðrar heiðrar.

Valið fall á Tignarmerki Føroya, og eftir eina kapping fyri innboðin vann Edvard Fuglø heiðurin at sniðgeva tignarmerkið, sum nú er til almenna hoyring.

Føroyska tignarmerkjaskipanin er øðrvísi enn tær hjá grannalondunum á tann hátt, at øll kunnu innstilla onkran til heiðurin. Tað verið seg innan fyri list, sjálvboðið arbeiði, vinnulív, public service, ítrótt og mangt annað.

Ein nevnd skal so velja, hvør skal fáa Tignarmerki, sum verður handað á nýggjárinum. Um alt gongur sum ætlað, verður fyrsta Tignarmerkið handað tann 1. januar 2028, sigur Dan Knudsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328