Skipsboð

Skipsboð: Spurnarkapping millum Glyvursnes og Tjørnunes
30-09-2026
Eisini í hesari kappingini stóðu skipini seg sera væl í einari spennandi kapping

Tað var spenningur í luftini, tá manningarnar á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line og loðsbátinum Tjørnunesi hjá KSS kappaðust mikumorgunin.

Talsmaður umborð á Glyvursnesi var skiparin, Bjarni á Lag, meðan talsmaðurin umborð á Tjørnunesi var markinmaðurin, Jóhan Sólheyg. Harumframt vóru fleiri aðrir av manningini eisini staddir á brúnni.

Skipsboð er spurnarkapping millum skip, ið verður send beinleiðis mikumorgun klokkan 10, og har spurt verður um ymisk maritim viðurskifti.

Og skip kunnu tekna seg á teldubústaðinum skipsbod@kvf.fo

Skipsboð

Skipsboð er ein spurnarkapping millum skip innan alskyns vinnur, ið verður send mikumorgnar klokkan 10. Og so at siga allir spurningarnir snúgva seg so ella so um skip og sjógv og tað, ið har til hoyrir.

Skip kunnu tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsbod@kvf.fo

Gunnar Nolsøe leggur til rættis.

Eisini í hesari kappingini stóðu skipini seg sera væl í einari spennandi kapping
30-09-2026
Tað var spenningur í luftini, tá fyrsta spurnarkappingin Skipsboð fór av barkastokki
23-09-2026