Kultura

Norrøna felagið 75 ár, Oyggjaleika sangkapping, "Rekamaðurin"
08-10-2026
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Norrøna Felagið í Føroyum hevur í 75 ár arbeitt fyri at styrkja sambandið millum Føroyar og hini Norðurlondini. Felagið hevur verið ein týðandi partur av tí fólksliga norðurlendska samstarvinum og hevur við mentan, bókmentum, upplýsing, útbúgving og persónligum sambondum virkað fyri at knýta føroyingar og aðrar norðbúgvar nærri saman. 

Tann 18. november í ár fyllir Norrøna Felagið 75 ár, og tað verður hátíðarhildið komandi dagarnar. Ásmundur Guðjónsson, næstformaður og Martin Næs, nevndarlimur í Norrøna felagnum vitja í Kultura. 

 

Rúni Jákupsson, tónleikasamskipari í KVF, at greiðir frá Spæl føroyskt vikuni og nýggju sangskrivarakappingini, sum KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir hava útskriva í felag.

Endamálið er at finna ein nýggjan sang til Oyggjaleikirnar, sum vera í Føroyum summarið 2027. 

Harumframt hevur Rúni Jákupsson trý Mentannarviðmælið við til lurtaran í Kultura. 

 

Í fjør byrjaði Elin Brimheim Heinesen, dóttir rithøvundan Jens Paula Heinesen, at týða bókina “Rekamaðurin” til enskt, og nú hevur skaldsøgan møguleika at gerast ein altjóða klassikari undir heitinum “The Driftwood Man”.

Hvat ser serligt og tíðarleyst við júst hesi skaldsøguni, at hon verður samanborin við altjóða klassikarar sum "Moby Dick" og "The Old Man and the Sea"?

Elin Brimheim Heinesen vitjar í Kultura síðst í sendingini.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Vertur: Eyðfinn Jensen

Samband: eydfinn@kvf.fo