- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orðaval

Hvussu kemur málið undan?
13-10-2026
Vit goyma tekst og upptøkur, men tað er ikki nokk til at tryggja varðveitsluna av málinum, talan má eisini endurskapast í hvørjum einasta nýggja menniskja, ið legst afturat
Nú á døgum "goyma" vit málið í teksti og upptøkum, men einsamalt er tað ikki nokk til at tryggja málið, so tað ikki doyr, talan má endurskapast í hvørjum einasta menniskja. Til tað má barnið hava eina fyrimynd at skapa eftir. Tað má hava fyrimyndir, sum alla tíðina eru tøkar.
Altjóða greiðmálsdagur er 13. oktober. Eingin greiðmálsfelagsskapur er í Føroyum. Hetta er eitt øki, sum vit áttu at skipa betur, tí greiðmál er eitt týdningarmikið amboð í demokratinum.
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.

Orðaval
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Vit goyma tekst og upptøkur, men tað er ikki nokk til at tryggja varðveitsluna av málinum, talan má eisini endurskapast í hvørjum einasta nýggja menniskja, ið legst afturat
13-10-2026
Hugleitt verður um málsøgu í víðastu merking, men trivið verðu eisini í ávís orð og kannað, hvør upprunin til orðini er. Dagfinn Olsen, lærari, er gestur
30-09-2026
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini heldur, at vit eiga at útbúgva málrøtarar í Føroyum, fyri at røkta føroyska málið. Øssur Egholm leggur til rættis
19-05-2026
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur, har tosað verður um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslendskari úttalu
05-05-2026
Í sendingini hesaferð var eitt av evnunum móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Gestur: Dagfinn Olsen. Vertur: Øssur Egholm
22-04-2026
Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í orðabókini? Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Øssur Egholm er vertur
30-03-2026
Evnið hesaferð var ljóðsvinn, og eisini bleiv tosað um orðini val og atkvøður. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini
11-03-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Robinson-søgur, tí fyrsta føroyska barnabókin var ein sonevnd Robinson Kruso-søga. Øssur Egholm er vertur
23-02-2026
Børn og ung í dag duga og skilja illa hini norðurlendsku málini, heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, sum er gestur í sendingini
09-02-2026
Í sendingini verður tosað um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini er gestur
28-01-2026
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur í sendingini, har tosað verður um orðið "jól", Magnus Dam Jacobsen, rithøvund, og um stavingarhættir
12-01-2026
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur í sendingini, har evnini millum annað eru ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur
22-12-2025