- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filosofiskur

Filosofiskur (5)
18-10-2026
Jónas var í kviði fisksins í tríggjar dagar og nætur.
Jónas var ikki lýðin og royndi at sleppa sær undan boðum Guðs. Men ikki bar til at fjala seg og hann gekk ta leið, sum Guð bað hann ganga. Er alt í lívinum lagt frammanundan, er alt predestinerað ?
Og hvat er øðuspeki ?

Filosofiskur
Í hesi sending fara Jógvan D Hansen og Armgarð Arge at tosa um og viðgera skaldsøguna "Moby Dick", sum Herman Melville skrivaði.
Tú fært ymiskt at vita um hvalarakstur, um serstaka skiparan Ahab, um náttúruna, Gud, teg og meg. Í hesi søguni eru tað ikki bara havsins dýpdir, men eisini dýpdin í tær og mær, sum daga undan.