- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Norðurlandahúsinum, har Eivør og bólkur rigga til útgávukonsertir um vikuskiftið. Vit prátaðu við Eivør Pálsdóttir, Majbritt Marjunardóttir klædnasniðgeva, Per Højgaard Petersen trummusláara, Mikael Blak bassist og Theodor Kapnas ljóðmann. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sólja av Skarði greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu til Visit North og prátaðu við Remi í Heimistovu um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vit prátaðu við Ólav í Geil um konsert við Bárði av Lakjuni. Vit høvdu vitja av Tom Jacobsen frá City Church í sambandi við átrúnaðarliga tiltakið Ekkó við Tjarnir. Vit prátaðu við Djóna Gaard Joensen um hondbólt. Vit høvdu vitjan av Michael Anthony Charles um latíntónleik í Havnar Klubba. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu sendingina til rættis. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.