- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Við virðing fyri og kærleika til pápan hevur Hanna D. Andreassen skrivað bókina "Babba og gloymskan", so onnur kunnu síggja, hvussu demenssjúka rakar tann sjúka og avvarðandi.
Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, og Sigrun Mohr, sum tók stig til at stovna felagið og var forkvinna í níggju ár, ummæla bókina. Tær halda, at talan er um eina neyðuga og beinrakna bók um demens.
Sigrun Mohr fekk á fyrsta sinni samband við demens, tá mamma hennara fyri 25 árum síðan fekk staðfest sjúkuna. Hon visti onki um sjúkuna frammanundan og varnaðist, at ongin var at venda sær til við spurningum. Tí tók hon saman við øðrum stig til at stovna Alzheimerfelagið.
Sigrun sigur, at hon kennir søguna, sum Hanna Andreassen sigur um pápa sín, aftur úr egnum lívi. Flestu ivaspurningar, sum taka seg upp hjá avvarðandi, líkjast.
"Hon dugir øgiliga væl at seta orð á sínar kenslur á ein lætt lesiligan hátt, og eg kenni meg væl aftur í bókini," sigur Sigrun Mohr.
Naina Túgvustein heldur, at Hanna greiðir frá støðuni við pápanum upp á ein góðan og virðiligan máta.
"Hon fær sagt tingini ærliga og autentiskt, uttan at tað verður ov nógv. Hon útlevarar ikki pápan og tekur heldur ikki synd í sær sjálvari," sigur hon,.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
