- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Krabbamein og viðgerð kunnu ávirka sambandið við kroppin og harvið eisini ávirka sjálv fatanina. Men hvussu er at liva við og í einum kroppi, sum møguliga sær ella kennist øðrvísi enn áður? Og hvussu kunnu broytingar í útsjónd, orku og førleikum ávirka sjálvsfatanina og álitið á kroppin?
Upplivingin av kroppinum eftir krabbamein og viðgerð er ymisk. Hjá summum broytist útsjóndin, meðan onnur merkja broytingar í orku og førleikum. Hjá summum er kropsliga broytingin ikki sjónlig, men sjúkan og viðgerðirn kann kortini broyta áskoðanina bæði á kroppin og á lívið.
Broytingarnar síggjast ikki altíð uttaná, men kunnu ávirka, hvussu vit síggja okkum sjálv og trívast í egnum kroppi. Eftir sjúku kunnu eisini spurningar taka seg upp um álitið á kroppin, og hvussu ein handfer ein nýggjan veruleika við møguligum broytingum og seinfylgjum.
Í triðju sendingini av Aftaná tosa vit um kroppin eftir krabbamein.
Gestir í sendingini eru Aksel Haraldsen, Eir í Ólavsstovu, Maria Jørdal Niclasen og Suni Poulsen.

Aftaná – Lívið eftir krabbamein
Sendingarnar snúgva seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, m.a. seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli.
Sissal Kampmann leggur til rættis.