Heilsuhornið

Heilsuhornið
28-10-2026
Hví eta vit so nógvan háviðgjørdan mat?
Helvtin av matinum, sum vit í Norðurlondum eta í dag, kemur frá sokallaðum UPF-vørum. Hetta er tað, vit nevna háviðgjørdan matur. Tað, sum eyðkennir hesar matvørurnar, er, at tær innihalda nógv feitt, sukur og salt. Og tað hevur avleiðingar fyri okkara heilsu. Gestur í Heilsuhorninum er Snorri Patursson, kostfrøðingur og fólkaheilsusamskipari í Heilsustýrinum.

Heilsuhornið

Heilsuhornið er nýggj útvarpssending, har sjóneykan verður sett á kropsliga og mentala heilsu, og hvussu vanar og lívsstílur ávirka okkum. Tosað verður við ymisk fólk um alt frá rørslu, mati og svøvni til strongd, sálarliga vælveru, motivatión og javnvág í gerandisdegnum.

Rannvá Fossaberg leggur til rættis.

Hví eta vit so nógvan háviðgjørdan mat?
28-10-2026
Soleiðis ávirkar munnheilsan allan kroppin
21-10-2026
At fasta fyri betri heilsu
14-10-2026
Náttúran kann vera lekjandi
07-10-2026
Hví havi eg ilt í búkinum?
30-09-2026
Lær teg at hugsa øðrvísi og slepp stúranum
23-09-2026
Venjing á arbeiðsplássinum.
16-09-2026
Joga sum heilivágur fyri strongd
09-09-2026
Tá sukrið hvørvur
05-09-2026