BankNordik væntar betri úrslit í ár

BankNordik væntar betri úrslit í ár
Bankin roknar við, at ársúrslitið verður millum 170 og 210 milliónir krónur í avlopi
 
20.10.2019 - 09:50

BankNordik roknar við, at úrslitið í ár verður betri enn væntað. Tað sigur bankin í eini fráboðan til keypsskálan. 

Upprunaliga væntaði BankNordik, at úrslitið í ár fór at verða millum 150 og 200 milliónir krónur í avlopi. Nú sigur bankin, at væntandi verður úrslitið í 2019 millum 170 og 210 milliónir. 

Orsøkin er, at inntøkurnar frá ómaksgjøldum og tryggingum hava verið størri enn mett. Bankin hevur eisini afturført avskrivingar sum inntøku, stendur í fráboðanini til keypsskálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961