- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj Rættargangslóg verður løgd fyri Løgtingið

Ein nýggj og dagførd Rættargangslóg verður løgd fyri løgtingið í næstum. Tað boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.
Hóast rættarskipanin er donsk, so hevur Rættargangslógin ikki verið tann sama í Føroyum og í Danmark seinastu árini.
Nýggja lógin er umfatandi og hevur fleiri enn 1000 ásetingar. Hon inniheldur eitt nú reglur um, hvussu rættarmál í Føroya Rætti skulu viðgerast, um uppgávur hjá advokatum og um arbeiðið hjá politinum og ákæruvaldinum í revsimálum.
Í mun til galdandi lóg, sum við fáum broytingum er frá 1988, verður lógin gjørd tíðarhóskandi, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Rættargangslógin er felagsmál, og tá ið vit hava felags rættarskipan haldi eg, at tað er bæði skilabest og mest skynsamt, at vit í Føroyum hava somu reglur sum í Danmark.
Soleiðis fáa føroyingar bestu rættartrygdina, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sambært tíðindaskrivinum.
Fleiri enn 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar.


























