Eik-leiðslan dømd at rinda 150 milliónir

bannari
Eik-leiðslan dømd at rinda 150 milliónir
Marner Jacobsen, Odd Bjellvåg og Fritleif Olsen eru dømdir at gjalda 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti. Bjarni Olsen er frídømdur
 
18.11.2019 - 12:19

Á middegi fall dómur í málinum móti leiðsluni í gamla Eik. Tríggir av teimum fýra í leiðsluni eru dømdir at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Fíggjarligt Støðufesti.

Fíggarligt Støðufesti stevndi í 2012 fyrrverandi formannin, Frithleif Olsen, næstformannin, Odd Bjellvåg, forstjóran, Marner Jacobsen, Bjarna Olsen, stjóra, og uttanhýsis grannskoðaran, Hans Laksá, eftir 150 milliónum krónum fyri teirra leiklut, tá føroyski Eik Banki fór av knóranum í 2010.

Málið mótið leiðsluni í gamla Eik er tódnað fleiri ferðir, síðan stevningina í 2012.

Rætturin hevur tikið støðu til fýra ítøkilig mál:

 - Valbjørn Dalsgarð, sum bankin misti 88 milliónir uppá
 - Sydporten sum bankin misti 157 milliónir uppá 
 - FDI, sum er eitt mál um 8 týskar handilsmiðstøðir - har misti bankin 204 milliónir
 - Harumframt til IRE, sum snýr seg um 20 milliónir til eitt týskt íløgufelag og sum Marner Jacobsen einsamallur er stevndur fyri

Fíggjarligt Støðufesti skal rinda næstan níggju milliónir krónur í sakarmálskostnaði til Bjarna Olsen, sum varð fríkendur.

Danska Eik eisini dømt

Í málinum ímóti leiðsluni í danska Eik vórðu fýra oddamenn í landsrættinum dømdir at gjalda Fíggjarligum støðufesti í alt 28,6 milliónir krónur umframt rentu frá 30. november 2011 - harímillum var Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska bankanum. 

Tað málið er kært til hægsta rætt.

Úrskurðurin í Føroya rætti í dag kann kærast til Landsrættin. Freistin at kæra er fýra vikur.

Allur dómurin kann lesast her: Dom afsagt den 18. november 2019 i sagen BS1140/2012 (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979