- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitin
Jólaaftan–og hvussu fer hesin dagurin at enda? Líka sum allir hinir? Ja, hvør veit? Kanska–kanska ikki. Men....hoyr.......!? Lurta........?!
Ódnarveðrið er ikki so ógvusligt sum tað hevur verið, tað er næstan blivið gott veður, so hvør veit um ikki........ men hvar eru børnini?
Tey krógvaðu seg, og Vulcanus gongur og melur, og er hvørki blíður ella vinarligur–tað hevur hann nú ongantíð verið. Men nú ber av–
og Appollonia, sum enn einaferð hevur broytt meining, og heldur vil vera saman við børnunum enn sínum egna pápa. So ringt er tað at sita einsamøll.
Vættrarnar tær munnu kenna á sær hvat er neyðugt at gera. Vónandi, tí ein vættraløta er ikki tað sama sum ein vanlig løta...........bara teirra hjálp kemur í røttu løtu.
Og so: - hvussu man hesin minniliga jólaaftansdagur fara at enda?
Tá neyðin er størst er hjálpin næst, verður sagt. Mann tað fara at verða so hesa ferð eisini?

Vitin
Føroyskur jólakalendari frá 2006.









