VTEC eisini í Suðuroynni

VTEC eisini í Suðuroynni
Fráboðan er komin um eitt vaksið fólk í Suðuroynni, sum skal vera smittað við VTEC
Bakteriur verða kannaðar
 
30.11.2019 - 11:50

Tað er staðfest, at tað er VTEC bakterian, sum hevur gjørt eitt vaksið fólk sjúkt. Men tað er ikki staðfest enn, at eitt barn, sum eisini bleiv sjúkt um somu tíð, bleiv sjúkt av VTEC.

Eftir at foreldur, sum hava børn í dagsstovninum í Miðvági, fingu bræv um VTEC, fekk landslæknin fráboðan um 12 børn, sum høvdu eyðkennini.

Tá fólk verða smittað við VTEC, fáa tey vanliga leyst lív. Nøkur, okkurt um tíggju prosent, fáa HUS, sum millum annað kann geva nýrasjúku.

Fráboðan er eisini komin um eitt vaksið fólk í Suðuroynni, sum skal vera smittað við VTEC.

Góð ráð um reinføri

Heilsufrøðiliga starvsstova hevur á heimasíðuni hjá sær, hfs.fo, góð ráð um, hvussu sleppast kann undan VTEC-bakteriuni. Í flestu londum er VTEC ikki óvanlig bakteria, serliga í skarni frá jóturdýrum, til dømis frá neytum, seyði og geitum.

Fólk kunnu verða smittað á ymsan hátt, eitt nú av kjøti, sum er dálkað við skarni undir fletting, mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd, dálkaðum vatni, ella av beinleiðis sambandi við djór. 

VTEC kann eisini smitta millum fólk. Samanumtikið er reinføri bestu ráðini at verja seg fyri VTEC. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533