Johan Dahl er ráðgevi hjá Huawei

Johan Dahl er ráðgevi hjá Huawei
17. maðurin í samgonguni er samstundis í starvi hjá umstríddu kinesisku fyritøkuni Huawei
05.12.2019 - 20:39

Fáar fyritøkur hava verið meira í brennideplinum seinastu tíðina, enn júst kinesiska Huawei. Og Føroyar hava verið sum lús millum tvær negl, tá ið umræður kinesisku telefyritøkuna.

Tí meðan fleiri lond, sum vit vanliga sammeta okkum við, hava vent Huawei bakið, hava Føroyar tikið ímóti kinesisku fyritøkuni við opnum ørmum - í øllum førum til í dag. 

Ein teirra, sum kann sigast at sita báðu megin borðið í hesum førinum, er Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum samstundis er í starvi hjá Huawei sum serligur ráðgevi.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV