Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgreidd í morgin

Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgreidd í morgin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hittir í morgin íslendska starvsbróður sín
Í morgin skal greiða fáast á, um Hoyvíkssáttmálin skal halda fram, ella um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, sum løgtingið hevur samtykt
 
11.12.2019 - 13:29

Í morgin verður lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgreidd. Tá hittast Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og uttanríkismálum, og íslendski ráðharrin, Guðlaug Þór Þórðarson, í Keypmannahavn, fyri at umrøða sáttmálan. 

Tá skal greiða fáast á, um Hoyvíkssáttmálin skal halda fram, ella um hann skal fara úr gildi á nýggjárinum, sum løgtingið hevur samtykt.

Embætisfólk úr Føroyum og Íslandi hava umrøtt Hoyvíkssáttmálan í heyst og í vetur, tí føroyingar vilja hava sáttmálan broyttan.

Serliga heilivágur og landbúnaðarvørur

Talan er serliga um sølu av heilivági úr Føroyum til Íslands, sølu av landbúnaðarvørum úr triðjalondum, sum eru virkaðar í Føroyum. Føroyingar vilja eisini hava, at føroysku skipini kunnu landa lodnuna, sum tey fáa í íslendskum sjógvi, í Føroyum. 

Tað hevur verið lutvíst galdandi, men ikki tá lodnan hevur rogn, tí tá siga íslendingar seg hava ein góðan marknað í Japan, og tí skal lodnan landast í Íslandi.

Í heyst var Jenis av Rana í Íslandi, og tá samdust partarnir um, at embætisfólk úr londunum skuldu royna at finna eina loysn.

Ein loysn má finnast fyri jól

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at bæði londini ynskja, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram, men føroyska kravið er framvegis, at hann verður broyttur, sum føroyingar ynskja.

Tá fundurin hevur verið í Keypmannahavn hósdagin, fer Jenis av Rana at leggja úrslitið fyri landsstýrið og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. So verður støða tikin til, hvat skal henda við Hoyíkssáttmálanum.

Ein loysn má finnast fyri jól, so løgtingið kann seta avgerðina um at siga sáttmálan upp úr gildi, áðrenn løgtingið fer í jólafrí. Hendir tað ikki, fer Hoyvíkssáttmálin úr gildi á nýggjárinum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263