Grundraksturin í Betri banka versnaður

Grundraksturin í Betri banka versnaður
Nógvur peningur er læntur út, men peningur, sum er settur av móti tapi, er inntøkuførdur aftur, sigur Fíggjareftirlitið
 
13.01.2020 - 08:30

Metlága rentan ger, at grundraksturin hjá Betri banka er versnaður.

Tað er niðurstøðan hjá Fíggjareftirlitinum, sum í august í fjør var á eftirlitsvitjan í Betri banka.

Fíggjareftirlitið sigur, at Betri banki í 2018 og í fyrra hálvári í fjør lænti nógvar pengar út, sum tó ikki sæst aftur í betri grundinntøkum hjá bankanum.

Men tey seinastu árini hevur bankin inntøkuført pengar aftur, sum annars vóru settir av móti tapi.

Og jaligar kursstillingar hava eisini givið Betri banka inntøkur.

Men hesar inntøkur kunnu ikki væntast at halda fram, sigur Fíggjareftirlitið.

Skal gera frágreiðing

Tað hevur tí biðið bankan um at gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at menna inntøkurnar, so hann hevur nóg nógvar pengar at lofta einum hóttafalli í føroyskum búskapi.

Fíggjareftirlitið kannaði 42 lán hjá Betri banka. Talan var um 283 mió. kr.

Fíggjareftirlitið helt ikki, at bankin í fyrsta umfari metti váðan rætt, og gav honum boð um at gera rættar metingar.

Váðin hjá nýggjum viðskiftafólkum var størri enn bankin fyrst metti, tá hann læt lánini. 

Betri banki sigur, at Fíggjareftirlitið er samt við bankans egnu váðameting.

Fleiri pengar skulu ikki setast av móti møguligum kredittváða.

Fíggjareftirlitið gav eisini Betri banka boð um at seta fleiri pengar av, so kapitalurin verður styrktur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485