- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin vil hava borgarafund um brennistøð
Innlendis›Politikkur
Borgarstjórin vil hava borgarafund um brennistøð
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at einki uppskot um at byggja felags brennistøð verður lagt fram nú

Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu fer ikki at leggja uppskot fram um eina felags brennistøð fyri alt landið á býráðsfundinum 30. januar, sum ætlanin annars var.
Tað ásannar Annika Olsen, borgarstjóri.
Hon sigur, at tað er neyðugt at fáa greiði á øllum ivamálum, áðrenn uppskotið verður lagt fram.
Og tí ætlar borgarstjórin at skipa fyri einum almennum borgarafundi um málið í Norðurlandahúsinum í februar.
Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV












