Bjóða langhylin í Havn út í summar

Bjóða langhylin í Havn út í summar
Í 2016 varð hylurin verður mettur at kosta 80 milliónir kr., og kommunan ætlar, at spakin skal setast í í heyst
 
28.01.2020 - 14:26

Fyrireikingarnar í sambandi við langhylin í Gundadali eru nú komnar so langt, at verkætlanin verður væntandi boðin út í juni. 

Býráðið skal taka støðu til tilboðini í september.

Ætlanin er so at seta spakan í í heyst.

Ráðgevarasáttmáli varð undirskrivaður beint fyri jól í 2018.

Ráðgevi og arkitektur eru Selmar Nielsen Arkitektar. 

Byggiskrá samtykt í 2015

23.apríl í 2015 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera byggiskrá fyri langhyl við verandi svimjihøll, sum varð liðug í 1982. 

16.juni í 2016 samtykti eitt einmælt býráð at taka undir við byggiskránni, sum bygginevndin gjørdi. 

Selmar Nielsen Arkitektar vunnu hugskotskappingina um hylin. 

Langhylurin í Havn verður 25 metrar breiður og 50 metrar langur.

Í mai 2016 varð arbeiðið mett at kosta 80 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028