Løgmaður: Føroyingar skulu ikki hava herskyldu

Løgmaður: Føroyingar skulu ikki hava herskyldu
Føroyingar hava ongantíð verið undir danskari herskyldu, og tað fara teir heldur ikki at vera í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at talan verður ikki um, at føroyingar skulu hava herskyldu
 
13.02.2020 - 08:55

Fyri tað, um ein flokkur í Danmark kemur við uppskoti um herskyldu í Føroyum, er ikki sagt, at herskyldan kemur, als ikki.

Føroyingar hava ongantíð verið undir danskari herskyldu, og tað fara teir heldur ikki at vera í framtíðini. 

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í gjár.

Hann fekk munnligan fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Danski fólkaflokkurin legði herfyri uppskot fram á fólkatingi um, at bæði føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu. Eitt líknandi uppskot frá Danska fólkaflokkinum fall í fólkatinginum í 2016.

Samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær størri innlit í og ávirkan á øll uttanríkispolitisk mál, trygdarpolitisk mál og verjupolitisk mál, sum hava týdning fyri Føroyar, segði løgmaður eisini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541