Fíggjarnevndin tekur undir við grannskoðarunum

Fíggjarnevndin tekur undir við grannskoðarunum
Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, siga løgtingsgrannskoðararnir og Fíggjarnevndin
Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini
 
13.02.2020 - 09:06

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við viðmerkingunum hjá løgtingsgrannskoðarunum um landsroknskapin fyri 2018.

Nógv viðurskifti eru ikki í lagi í almennu fyrisitingini.

Landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, siga løgtingsgrannskoðararnir og Fíggjarnevndin.

Fíggjarnevndin tosaði við øll í landsstýrinum uttan Jacob Vestergaard, tá hon viðgjørdi uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum um at samtykkja landsroknskapin fyri 2018 við viðmerkingunum, sum eru um at fáa viðurskifti í rættlag.

Nøkur afturvendandi viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, eru komin í rættlag, sigur Fíggjarnevndin í álitinum.

Nógv at fáa í rættlag

Men nógv er eftir at fáa í rættlag, og Fíggjarnevndin sigur, at løgmaður eigur at seta landsstýrisfólkunum tíðarfreistir fyri, nær hesi viðurskifti skulu fáast í rættlag.

Nøkur viðuskifti átala løgtingsgrannskoðararnir harðliga, og Fíggjarnevndin tekur undir við hesum átalum.

Fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum.

Fíggjarnevndin hevur fund seinnapartin í dag, og fer tá millum annað aftur at viðgera útbyggingina á Landssjúkrahúsinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523