Umrøða fíggjarleistin í ES

Umrøða fíggjarleistin í ES
Danmark og onnur ES-lond vilja hava, at ES skal seta sparitiltøk í verk
 
17.02.2020 - 08:44

Hesa vikuna fara ES-londini at umrøða fíggjarleistin hjá samveldinum í framtíðini, eftir at bretar eru farnir burturúr.

Tað setur stór krøv til hini londini, um búskaparliga gongdin í ES skal vera tann sama, sum hon hevur verið seinastu árini, tí Bretland var eitt av londunum, sum rindaði mest til samstarvið í ES.

Enn eru londini í ES ikki samd um, hvussu bretski parturin skal fíggjast. Tað kann gerast við at hava lægri fíggjarætlan, ella at londini rinda meir til samveldið.

Seinast, ES londini samdust um eina fíggjarætlan fyri sjey ár, var í 2013. Tá stóð táverandi bretski forsætisráðharrin fyri bretsku samráðingunum, og hann mælti til at fara undir at spara.

Trýst á danska forsætisráðharran

Nú eru bretar ikki við, og tí mugu londini, sum vilja spara, sjálvi at taka sær av samráðingunum, og tað leggur stórt trýst á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen.

Hon hevur longu boðað frá, at Danmark er farið saman við Svøríki, Hollandi og Eysturríki um at fáa ES at fara undir at spara. Londini hava mælt til, at útreiðslurnar skulu ikki hækka meir enn eitt prosentstig av bruttotjóðarúrtøkuni. Tað er væl minni enn tað, sum onnur ES lond tosa um.

Onnur lond vilja hava, at fíggjarætlanin ikki hækkar, nú bretar fara burturúr, og tað eru alt viðurskifti, sum ES-londini fara at umrøða í hesi vikuni, skrivar Politiken.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025