Arbeiða við ætlan um nýtt Sandshav

20.02.2020 - 15:41
InnlendisVinna
Arbeiða við ætlan um nýtt Sandshav
Broytingarnar í fiskivinnulógini gera fortreytirnar nógv betri, sigur Kristian Martin Petersen, reiðari
Kanska fær línuskipið Sandshavið ein avloysara í næstum

Eitt nýtt Sandshav er á veg í flotan.

Tað ætlar í øllum førum Kristian Martin Petersen, reiðari.

Broytingarnar í fiskivinnulógini gera fortreytirnar at byggja ella keypa eitt meira tíðarhóskandi línuskip nógv betri, segði Kristian Martin Petersen, reiðari, í vinnukjakinum í Klaksvík í gjárkvøldið.

Umframt Kristian Martin Petersen vóru Hanus Hansen, stjóri í JFK, og Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, í vinnukjakinum.

Vinnukjakið verður sent í sjónvarpinum eftir Dag og Viku í kvøld.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444