Øll trý nokta seg sek

24.02.2020 - 12:47
Innlendis
Øll trý nokta seg sek
Trý fólk í tjúgunum noktaðu seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu. Málið byrjaði í Føroya rætti fyrrapartin.

Trý fólk í tjúgunum nokta seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gamla gentu. Málið kom fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Sambært ákæruritinum skal neyðtøkan vera farin fram í Havn í 2016.
Talan er um samanlagt 33 ákærur, sum Føroya rættur skal taka støðu til. Kvinnan og ein av ákærdu monnunum eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan ein 28 ára gamal maður er ákærdur í 32 av tilburðunum.
28 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava ólóglig vápn umframt eina hashpípu við loyvdum av hashi í varðveitslu. Maðurin er millum annað eisini ákærdur fyri, umvegis Snapchat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur við at senda teimum ónærisligar myndir og sjónbond av sær sjálvum. Eisini er maðurin ákærdur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, umframt í einum øðrum føri at hava gjørt seg kynsliga inná eina gentu, sum ikki var før fyri at seta seg upp ímóti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136