Corona útsetir heimsins størstu barnabókamessu

26.02.2020 - 15:54
List›Bókmentir
Corona útsetir heimsins størstu barnabókamessu
Eisini Bókadeildin hjá Lærarafelagnum skuldi vera við á messuni
Niels Jákup Thomsen er stjóri á Bókadeildini hjá Lærarafelagnum

Heimsins størsta barnabókamessa, Bologna Childrens Book Fair, sum eftir ætlan skuldi verða í italska býnum, Bologna, síðst í mars mánaði, er útsett til fyrst í mai.

Orsøkin er heimsfarsóttin, COVID-19, sum nú eisini ger um seg í Italia. 

Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag skuldi á messuna við nýggjastu føroysku bókunum. 

Bókadeildin hevur verið umboðað á messuni í fleiri ár.

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, skilir fullvæl avgerðina hjá fyrireikarunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037