Heimsheilsustovnurin stúrir fyri Delta-frábrigdinum

Heimsheilsustovnurin stúrir fyri Delta-frábrigdinum
Tað gongur so seint at fáa koppingarevnið býtt út til øll lond í heiminum, og tí stúrir WHO fyri, at Delta-frábrigdið av koronu kann breiða og menna seg
 
05.07.2021 - 07:06

Heimsheilsustovnurin WHO stúrir fyri smittugongdini nú delta-frábrigdið av koronu hevur breitt seg til umleið 100 lond.

Tað skrivar The Guardian.

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus sigur við blaðið, at smittugongdin elvir til stúran, tá tað gongur so seint at fáa koppingarevnið býtt út til øll lond í heiminum.

- Vit mugu steðga hesum virusinum í at breiða og menna seg, og tí eri eg bangin um at so fáir skamtar av koppingarevnum koma til fátøku londini.

- Tað kann elva til eitt nýtt frábrigdið sum kann gerast uppaftur torførari at basa, sigur Ghebreyesus við The Guardian.

Hetta kemur samstundis, sum fleiri finnast at londum í vesturheiminum, sum nú fara undir at koppseta børn, meðan onnur lond bert hava koppsett lítlan part av íbúgvunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846