- Tíðindi, mentan og ítróttur
Corona: Sjúkrarøktarfrøðingar útseta aðalfund
09.03.2020 - 12:47
Innlendis›Heilsa
Corona: Sjúkrarøktarfrøðingar útseta aðalfund
Orsøkin er vandin fyri at breiða smittuna millum sjúk og eldri borgarar kring landið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur avgjørt at útseta aðalfundin, sum skuldi vera leygardagin 14. mars.
Orsøkin er vandin fyri at breiða corona-smittu millum sjúk fólk og eldri borgarar kring landið.
Eisini er stórur vandi fyri, at heilsuverkið, heimatænastur og røktarheim kring landið verða løgd lamin, um smittan verður breidd út, har nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru .
Tað skrivar felagið á heimasíðuni.
Hoyr samrøðuna við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV













