Atlantsflog: Vit bíða eftir boðum

bannari
Atlantsflog: Vit bíða eftir boðum
Danmark er nú í undantaksstøðu og at kalla alt samfelagið er stongt. Men hvat tað merkir fyri Atlantsflog og føroyingar uttanlands, er enn óvist
Johanna á Bergi er stjóri í Atlantsflog
 
11.03.2020 - 23:22

Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur í kvøld, at tey framvegis ikki hava flogfør, sum koma úr reyðum økjum, sambært vegleiðingini hjá danska Uttanríkisráðnum. 

Danmark er tó sett á reyða listan hjá summum øðrum londum, tó at danir sjálvir enn ikki hava sett seg á reyða lista. 

Men júst hvat tað merkir fyri Atlantsflog er óvist. Tað er tó greitt, at í morgin koma full flogfør úr Danmark til Føroya.

Hava sett neyðug tiltøk í verk

Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey hava sett neyðugu tiltøkini í verk fyri tey ferðandi, sum tey vita koma úr reyðum ella reyð/gulum økjum í heiminum.

Um so er, at Atlantsflog fær boð um at seta ferðafólk úr Danmark undir somu tiltøk, so fylgja tey tí. Enn hava tey tó einki frætt frá kreppuráðnum ella landsstýrinum. 

– Vit bíða eftir boðum og fara at fylgja tí, sum myndugleikarnir siga, sigur Johanna á Bergi í kvøld. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961