Kringvarpshúsið er stongt

bannari
Kringvarpshúsið er stongt
Kringvarpið er stongt fyri gestum, sum ikki hava nakran leiklut í aktuella tíðindaflutninginum
Fólk mugu goyma síni Gekkahefti, tí Kringvarpshúsið er stongt, og drátturin um tveir bilar er fyribils útsettur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2020 - 16:33

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur hert átøkini í royndini at forða fyri, at starvsfólk verða smittað.

- Tað hevur millum annað við sær, at Kringvarpið er stongt fyri gestum, sum ikki hava nakran leiklut í aktuella tíðindaflutningum.
sigur stjórin, Ivan Hentze Niclasen. 

Vanligar tænastur verða avgreiddar

Móttøkan verður stongd, og teir fáu gestirnir, sum koma á gátt í samband við aktuella tíðindaflutningin, verða læstir inn av avvarðandi tíðindafólki. 

Starvsfólkini í móttøkuni arbeiða heimanífrá, og avgreiða vanligar tænastur sum telefonmóttøku, kunngerðir, andlát o.a.

Goymið Gekkarnar

Gekkurin heldur fram, so leingi Dagur og Vika eru í luftini.

Tað ber heldur ikki til at koma í Kringvarpið við gekkaseðlum til serliga dráttin um tveir bilar.

- Fólk verða tí biðin um at goyma gekkaseðlarnar til nærri kunning kemur, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213