Meira enn 6.000 fólk deyð av COVID-19

bannari
Meira enn 6.000 fólk deyð av COVID-19
Kina er harðast rakta landið, í Evropa er tað Italia, sum er harðast rakt
 
15.03.2020 - 15:45

Nýggjastu tølini vísa, at 6.036 fólk eru deyð av coronasmittuni. Tað skrivar tíðindastovan AFP

Kina er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt. Meira enn 3.000 fólk eru deyð í Kina av coronasmittuni. Italia er harðast rakt í Evropa.

Í Spania eru meira enn 100 fólk deyð seinasta ssmdøgrið, og tilsamans eru 288 deyð. Seinastu 24 tímarnar hava 2.000 fingið smittuna. Forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hevur lýst neyðrættarstøðu í Spania. 

Í Týsklandi hava mynduleikarnir eisini hert tiltøkini. Sambært tíðindastovuni Reuters fer Týskland at steingja markið til Eysturríki, Sveis og Frakland í morgin. Markið til Danmark verður eisini stongt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129