Corona: Búskaparligt hóttafall í USA

bannari
Corona: Búskaparligt hóttafall í USA
Amerikanski forsetin væntar, at coronasmittan er komin i hæddina í summar
 
17.03.2020 - 08:54

Amerikanski forsetin, Donald Trump, viðurkennir nú, at covid-19 kann hava við sær búskaparligt hóttafall í amerikanska samfelagnum. 

Hann sigur seg vænta, at coronasjúkan kemur í hæddina í summar.

Donald Trump kunngjørdi í gjár fleiri tilmæli, sum skulu verða galdandi fyribils í 15 dagar, til tess at forða fyri, at coronavirusið breiðir seg.

4.727 fólk í USA hava fingið staðfest coronasmittuna í USA, 93 fólk eru deyð.

Val útsett

Støðan við coronasmittuni hevur við sær, at demokratiska uppstillingarvalið, sum skuldi vera í statinum Ohio í dag, er útsett.

Hetta er fyrstu ferð síðani yvirgangsatsóknina í USA 11. september í 2011, at eitt val er útsett, skrivar AP.

Uppstillingarval eru eisini í Florida, Illinois og Arizona í dag, og sum skilst, verða valini hildin har sum ætlað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974