ES-londini fara at bjarga búskapinum

bannari
ES-londini fara at bjarga búskapinum
Ætlanin er at brúka eitt prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til ymisk tiltøk
 
17.03.2020 - 09:36

 

ES-londini eru til reiðar at gera alt, tey eru ment, at tryggja, at búskapurin í Evropa fótar sær aftur eftir coronakreppuna.

Tað eru boðini frá fíggjarmálaráðharrunum í ES, sum hava havt eina videoráðstevnu um støðuna.

Coronasmittan er staðfest í øllum ES-londunum. Italia er nógv meinast rakt. Italskir myndugleikar siga, at corona hevur kravt 2.158 mannalív.

ES-londini ætla brúka eitt prosent av allari bruttotjóðarúrtøkuni til tiltøk, sum kunnu bøta um støðuna í kjalarvørrinum av kreppuni.

Bankar kunnu fáa pening, sum teir kunnu læna smáum og miðalstórum fyritøkum, ið hava tørv á tí. 

Forkvinnan í evropeiska miðbankanum, ECB, Christine Lagarde, segði í síðstu viku, at bara stjórnirnar í hvørjum ES-landi sær kunnu loysa búskaparligu trupulleikarnar, sum coronakreppan hevur elvt til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541