Malariaheilivágur móti Covid-19

bannari
Malariaheilivágur móti Covid-19
Nógv bendir á, at klorokin, sum er malariaheilivágur, eisini riggar at viðgera koronasjúklingar, skriva fleiri útlendskir miðlar
Royndir við malaria heilivági vísa, at heilivágurin riggar móti Covid-19, men Berlingske leggur dent á, at malariaheilivágurin ikki er váttaður sum ein álítandi viðgerð. 
 
18.03.2020 - 09:05

Í fleiri londum eru læknar nú farnir at nýta malariaheilivág til at viðgera korona-sjúklingar, og okkurt bendir á, at tað riggar, skrivar Berlingske.

Talan er um heilivágin, klorokin.

Franska blaðið La Provence, skrivar, at ein lækni úr Marseille hevur gjørt kliniskar royndir við 24 sjúklingum, sum hava fingið klorokin móti Covid-19.

Eftir viðgerð í átta dagar vóru tríggir fjórðingar av sjúklingunum frískir. Virusið er annars í kroppinum í 20 dagar, skrivar Berlingske.

Gongdin hjá sjúklingunum er sammett við gongdina hjá sjúklingum í sjúkrahúsum í Nice og Avignon, har tey ikki hava nýtt sama heilivágin. Har eru 90 prosent av teimum framvegis sjúk, skrivar La Provance. 

Í Póllandi eru tey eisini farin at nýta sama malariaheilivág, skrivar TVN24. Har verður heilivágurin nýttur móti sjúkueyðkennunum.

Ongin koppseting enn á sinni

Kring heimin arbeiða læknar og granskarar við at finna eina koppseting móti Covid-19, sum hevur rakt smá 200-túsund fólk kring heimin. 

Flestu serfrøðingarnir meta kortini, at ein góðkend, hópframleidd koppseting ikki verður klár fyrrenn um eitt ár.

Tí hevur tað stóran týdning at finna heilivág, sum longu er tryggur, sum kann viðgerða og kanska enntá lekja fólk, sum hava Covid-19.

Í Avstralia, Svøríki og Kina, eru royndir eisini gjørdar við malariaheiliváginum, men eisini HIV-heilivági og øðrum heilivági.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur í fleiri ár ávarað ímóti at brúka klorokin móti malaria í fleiri afrikanskum londum, tí malariumíggjabitin útviklaði mótstøðuføri móti heilivágnum.

Sambært AFP skal ein ikki keypa heilivágin uttan resept, og Berlingske leggur áherðslu á, at malariaheilivágurin ikki er váttaður sum ein álítandi viðgerð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. oktober
Skratsj 2. oktobur 2024
181539
Mikudag 2. oktober
LEITISSTEIN 01.10.2024 (Andreas Mogensen)
181524
Mikudag 2. oktober
Morgunlestur mikudagur 2. oktober 2024
180900
Týsdag 1. oktober
Føtur undir egið borð (2:3)
181232
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488
Týsdag 1. oktober
Hvør býr her? (1:4)
180890
Mánadag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181438
Mánadag 30. september
3-2 (30. september 2024)
181437